Norðurlandamál við rótum og fótum

Information

Publish date
Abstract
Hava øll fólk í Norðurlondum einaferð skilt hvør annan uttan nakað? Nær og hvussu broyttist tað fornnorrøna málið til nútíðarmálini íslendskt, føroyskt, norskt, svenskt og danskt? Og hví verða finskt, sámiskt og grønlendskt ikki roknað upp í tey norðurlendsku málini, sjálvt um tey eru norðurlandamál? Svarini fært tú í hesi bók. Norðurlandamál við rótum og fótum er ein saklig og livandi kunning um mál, sum røkka langt aftur í søgu Norðurlanda: Meginnorðurlendsku málini svenskt, norskt og danskt, útnorðurlendsku málini íslendskt og føroyskt umframt sámiskt, grønlendskt og finskt. Bókin greiðir frá, hvussu málini eru uppbygd, um søguligu gongdina og um sínámillum skyldskap. At bókini er knµtt víðfevnt undirvísingartilfar, væl atkomuligir tekstir um málsøgulig og málpolitisk evni.
Publication number
2004:012