Innsavning og handfaring av vandamiklum burturkasti á sleipistøðum í Norðurlondum

Information

Utgivningsdatum
Beskrivning
Á sleipistøðum, har arbeitt verður við at umvæla smáar bátar og halda teir viðlíka, verða nýtt evni, ið eru skaðilig fyri umhvørvið. Vandamikið burturkast stendst av virkseminum, og tað kann henda, at evni, ið hava skaðilig árin á umhvørvið, verða latin út í náttúruna. Verkætlanin hevur kannað rakstrarhættir, umhvørvismedvit, vitan og hugburð í Norður-Noregi, Álandi og Føroyum. Har komu ikki fram týðandi munir á teimum trimum økjunum, og úrslitini verða mett at umboða hesa vinnu í Norðurlondum. Til eru bæði góð og vánalig dømi, men sum heild eru stórir møguleikar fyri at bøta um støðuna. Niðurstøðan er, at ynski eru frammi um ein rakstur, ið er betri fyri umhvørvið, men at tey bert í lítlan mun hava við sær ítøkilig tiltøk og ábøtur. Kunnleikin til lógir og reglur og til eginleikarnar hjá evnunum, ið verða nýtt, er ikki nøktandi. Mannagongdir, ið kunnu avmarka útlát, eru so at siga ongar, meðan mannagongdir í sambandi við handfaring av burturkasti eru sera ymiskar. Bæði eigararnir á fyritøkunum og myndugleikarnir kunnu gera sítt til at hækka støðið í vinnuni. Tørvur er á einfaldari upplýsing um reglugerðir. Tað er ynskiligt, at sleipistøðir, smáar og stórar, og stórir bátahyljar samstarva um at økja um kunnleikan og at finna praktiskar loysnir. At fingið eina einfalda góðkenningarskipan í lag kundi eisini gjørt sítt til at minka um skaðiliga árinið á umhvørvið. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at sleipistøðirnar fáa útgerð til at savna føst evni, sum annars verða skolað á sjógv, og til at reinsa vatnið, tá ið spulað hevur verið, og at tær skilja og handfara burturkastið á rættan hátt.
Publikationsnummer
2010:503