Samstarvsætlan Norðurlendska ráðharraráðsins fyri yrkislívið 2018-2021

Information

Publish date
Abstract
Felags arbeiðsmarknaðurin er ein hornasteinur í norðurlendska samstarvinum. Ein stór og væl útbúgvin arbeiðsmegi er týdningarmesta tilfeingi okkara, sum leggur lunnar undir ein kappingarføran norðurlendskan arbeiðsmarknað og menningina av norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.Á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum standa tó nógvar broytingar fyri durum sum avleiðing til dømis av broytingum í fólkasamansetingini, øktari altjóðagerð, tøkniligari menning og altjóða kapping.Samstarvsætlanin fyri yrkislívið 2018-2021 vísir á mangar av hesum týðandi avbjóðingunum á økinum og lýsir, hvønn leiklut norðurlendska samstarvið kann fáa, tá ið tikið verður við hesum avbjóðingum.
Publication number
2018:715