Skipsburturkast Handfaring av burturkasti umborð á skipum og bátum

Information

Publish date
Abstract
Útblaking av burturkasti frá skipum er ein stórur trupulleiki á havinum og við strendurnar, hóast reglur eru fyri at fyribyrgja slíkari dálking. Burturkast, sum verður koyrt í havið, kann skaða lívið í havinum og oyðileggja rekreativa virðið av havi og strond, og er eisini til skaða fyri fiskiskap, bæði fyri gagnnýtslu av havsins tilfeingi og fiskireiðskap. Lóggávan í einstøku londunum og altjóða reglur eru, saman við vanligum viti og skili og siðvenju í samfelagnum, teir karmar, sum manningar á bæði størri og smærri skipum skulu halda seg til, tá tað snýr seg um viðgerð av burturkasti umborð. Ætlanin við hesum riti er at geva upplýsingar um burturbeining, og at eggja til umhvørvisdygga viðgerð av burturkasti umborð. Í ritinum verður dentur lagdur á: neyðuga tilvitan um verju av náttúru og umhvørvi tað neyðuga í at leggja eitt støði fyri umhvørvisdyggari viðgerð av burturkasti at fremja umhvørvisdygga handfaring av burturkasti umborð.
Publication number
2009:599