Ríkari framtíð

13 millumtjóðasáttmálar um náttúru og mentanarumhvørvi

Tietoja

Julkaisupäivämäärä
Kuvaus
Norðurlond hava langa siðvenju við at taka lut í altjóða samstarvi um at varðveita náttúru- og mentanararvin í heiminum. Í hesum samstarvi eru millumtjóðasáttmálar eitt týdningarmikið amboð. Í hesum bóklingi verður kunnað um 13 av teimum týdningarmestu millumtjóðasáttmálunum, sum í ymsan mun hava samband við Norðurlond - og sum Norðurlond í fleiri førum hava verið við til at evnað til. Hesir sáttmálar eru: - Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi - CITES-sáttmálin, - Ramsar-sáttmálin, - Bern-sáttmálin, - Bonn-sáttmálin, - Hvalaveiðisáttmálin, - Helsingfors-sáttmálin, - OSPAR-sáttmálin, - Sáttmálin um heimsarvin, - Landslagssáttmálin, - Granada-sáttmálin, - Malta-sáttmálin og - Århus-sáttmálin. Ein stutt frágreiðing er um søguliga baksýnið fyri sáttmálunum. Somuleiðis verða tær týdningarmestu avgerðirnar gjøgnumgingnar, og greitt verður frá teirra týdningi fyri tey einstøku londini í Norðri. Í bóklinginum er eisini eitt yvirlit yvir, hvørji Norðurlond hava tikið undir við teimum einstøku millumtjóðasáttmálunum og hvar til ber at fáa fleiri upplýsingar. Málbólkurin er politikarar, embætismenn, umsitarar, undirvísarar, áhugafelagsskapir og onnur, sum hava áhuga fyri náttúru- og mentanararvi.
Julkaisunumero
2006:564