Leiðin til minni rusk

Ein hugskotaskrá við fýra temum um at minka um burturkast - Læraravegleiðing

Tietoja

Julkaisupäivämäärä
Kuvaus
Burturkast er ein átrokandi og áleikandi samfelagstrupulleiki, bæði í Føroyum, Norðurlondum og í alheims samanhangi. Fyrst og fremst av tí at okkara vaksandi brúksmentan og lívsstílur elva til størri nøgdir av ruski. Forsagnir siga, at vit í Norðurlondum fara at hava tvær ferðir so nógv av ruski í 2030 sum í dag. Tí er umráðandi at hava serligt atlit at, hvussu vit kunnu gerast meiri tilvitað um at fyribyrgja burturkasti, og um, hvat vit kunnu gera, eisini í okkara undirvísing í skúlunum.Norðurlendska Ráðharraráðið og Smásamfelagabólkurin hava við hesum í huga tikið stig til at gera hesa hugskotaskrá við íblástri og uppskotum til áhugaverda og viðkomandi undirvísing.
Julkaisunumero
2015:411